Knús hendan klettin Ein bøn sum skot upp í ský Tað loypir fyri oman Svíður fyri niðan Látur lokkar og stirðir Slær eftirljóð um vøll Ørligir skuggar sveima Høgga flísar av vitskustólpa Tess syrgna leivd eitt gnagað bein Eitt tekin um hvat einaferð var
Týnd er ilskan Og skríggjandi óttin etur líkið Í vøkstri nærum spreingir út í geyl Rætt fram ressast klettur hóttandi Hátt reisast úr skorpu hallir steyrar Svangir við línhvítum holdi í væntu Varliga berist tú fram
Gátukraft ósædd
Skjót títt fjøtursbrá Lat ei iljar teg loysa kletti frá Stóðu av varrum mínum eiðir Teir í neyðini vilja ei ásanna mítt fall
Glotti á grótodd Kroppur, sveittur í alduplaggi Lívleyst dettur út í tóman heim
Brót, slintrur og álir Hvirla í reyðum gosi
Fryst títt fjøtursbrá Mundu iljar teg loysa kletti frá Hátt av varrum mínum eiðir Teir í neyðini vilja ei ásanna títt fallTeksty umieszczone na naszej stronie są własnością wytwórni, wykonawców, osób mających do nich prawa.